Okkara tænastur

Betong arbeiði

Betong er grundarlagið undir flestu byggiverkætlanum og krevur bæði góðsku og neyvt handverk. Vit leggja dent á slitstyrki og tryggar loysnir, ið hóska til føroyska veðurlagið.

Grevstur

Grevstur er ein týdningarmikil partur av øllum byggiverkætlanum. Vit tryggja nákvæmi, trygd og effektivitet í øllum arbeiðnum – frá jarðarbeiði til fyrireiking av byggiplássi.

Timburarbeiði

Timburarbeiði er kjarnin í mongum byggiverkætlanum. Vit leggja dent á góðsku, nærlagni og sterkar loysnir, ið bæði eru vakrar og haldførar. Við okkara drúgvu royndum tryggja vit eitt úrslit, ið livir upp til tíni krøv og væntanir.

Um okkum

Impact kann loysa øll uttandura arbeiði, jørð og kloakarbeiði, umframt betong og timburarbeiðir. Størt sum smátt. 

Við yvir 20 ára royndum í byggivinnuni havi eg ment eina breiða og sterka fatan av økinum. Eg eri útbúgvin timburmaður, byggitøkningur og byggifrøðingur, sum gevur mær eina sterka samanrenning av praktiskum handverki og fakligari vitan.

Ígjøgnum árini havi eg arbeitt á ymsum verkætlanum og serligani lagt meg eftir at finna loysnir, ið sameina góðsku, funktión og effektivitet. Eg brenni fyri at nýta mína vitan og royndir til at skapa virði í øllum byggiverkætlanum.